FYSIOTERAPI

Fysioterapi er, stutt sagt, eitt rørslufak.

Í brennideplinum fyri fysioterapi er menniskjað í rørslu – rørslu sum trupulleiki og rørsla sum møguleiki og miðil.

Grundleggjandi endamálið við fysioterapi er at virka fyri, at virkisførið hjá fólki verður hildið á einum so høgum stigi sum gjørligt; at gera rørslu til ein náttúrligan part av gerandisdegnum og geva sjúklinginum fatan av egnum rørsluførleika.  Fysioterapi hevur altíð til endamáls at forða fyri niðursettum virkisførleika, og til sjeynd og síðst avmarka vandan fyri breki í rørslulagnum.  Tað er við hesum fyri eygað fysioterapeuturin fer til verka og luttekur í tvørfakliga toyminum um sjúklingin.

Fysioterapi virkar heilsuni at frama, sjúkufyribyrgjandi, viðgerandi, habiliterandi, rehabiliterandi og viðlíkahaldandi.

 

Wisdom is to the mind what health is to the body.

- Francois De La
Rochefoucauld