Sigrun Danielsen

UM OKKUM

Fysioterapistovan EFFEKT varð sett á stovn í 2003 og gongur sostatt á 10. ári.  Sigrun Danielsen, sum eigur og rekur EFFEKT, hevur drúgvar royndir sum fysioterapeutur.

Hon hevur starvast á sjúkrahúsum bæði í Føroyum og í Danmark, har hon hevur nomið sær kunnleika og royndir á so at siga øllum økjum innan sítt fak.

Eisini hevur hon serligar royndir innan ítróttarfysioterapi, tí hon hevur verið fysioterapeutur hjá bæði feløgum og landsliðum í fótbólti og hondbólti bæði í Føroyum og í Danmark, eins og hon eitt tíðarskeið var knýtt at donskum liði í frælsum ítrótti.

Royndirnar á viðgerðarstovu fevna somuleiðis víða.  Niðanfyri eru víst nøkur dømi:

  • MT (manuel terapi)
  • McKenzie 
  • Pilates 
  • Neurologiskir teknikkir

 

  • Venjing og útspenning av vøddum
  • Avspenning og pínulinnandi viðgerð
  • Ergonomisk ráðgeving 
  • Heimaviðgerðir

Gjøgnum støðuga menning, víðari útbúgving og luttøku í øllum viðkomandi skeiðum verður tryggjað, at fakligi førleikin og góðskan í viðgerðum altíð koma í fremstu røð.

 

Physical fitness is not only one of the most important keys to a healthy body, it is the basis of dynamic and creative intellectual activity.

- John F. Kennedy