Vælkomin á heimasíðuna hjá EFFEKT

Fysioterapistovan EFFEKT varð sett á stovn í 2003 av Sigrun Danielsen, sum hevur drúgvar royndir sum fysioterapeutur.

Vit kunnu m.a. bjóða

Venjing og útspenning av vøddum, avspenning og pínulinnandi viðgerð og ergonomiska ráðgeving

Arbeiðsskaðar

Vit hava eisini drúgvar royndir innan viðgerð av arbeiðsskaðum av ymiskum slagi.
FYSIOTERAPI

Grundleggjandi endamálið við fysioterapi er at virka fyri, at virkisførið hjá fólki verður hildið á einum so høgum stigi sum gjørligt; at gera rørslu til ein náttúrligan part av gerandisdegnum og geva sjúklinginum fatan av egnum rørsluførleika.

ÍTRÓTTARSKAÐAR

Sigrun Danielsen hevur serligar royndir innan ítróttarfysioterapi, og hevur verið fysioterapeutur hjá bæði feløgum og landsliðum í fótbólti og hondbólti bæði í Føroyum og í DanmarK.

UM OKKUM

Fysioterapistovan EFFEKT varð sett á stovn í 2003 og gongur sostatt á 10. ári. Sigrun Danielsen, sum eigur og rekur EFFEKT, hevur drúgvar royndir sum fysioterapeutur.