
- Sigrun Danielsen
UM OKKUM
Fysioterapistovan EFFEKT varð sett á stovn í 2003 og gongur sostatt á 10. ári. Sigrun Danielsen, sum eigur og rekur EFFEKT, hevur drúgvar royndir sum fysioterapeutur.
Hon hevur starvast á sjúkrahúsum bæði í Føroyum og í Danmark, har hon hevur nomið sær kunnleika og royndir á so at siga øllum økjum innan sítt fak.
Eisini hevur hon serligar royndir innan ítróttarfysioterapi, tí hon hevur verið fysioterapeutur hjá bæði feløgum og landsliðum í fótbólti og hondbólti bæði í Føroyum og í Danmark, eins og hon eitt tíðarskeið var knýtt at donskum liði í frælsum ítrótti.
Royndirnar á viðgerðarstovu fevna somuleiðis víða. Niðanfyri eru víst nøkur dømi:
|
|
|
Gjøgnum støðuga menning, víðari útbúgving og luttøku í øllum viðkomandi skeiðum verður tryggjað, at fakligi førleikin og góðskan í viðgerðum altíð koma í fremstu røð.
- John F. Kennedy
